Kenna seg sum part av einum væl virkandi felagsskapi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við tiltiknu Jórun og Jórun, ið vaska klæðir og taka mong onnur tøk fyri KÍ

Tær tiltiknu Jórun og Jórun við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Tær tiltiknu Jórun og Jórun við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

Tvær megnar kvinnur, ið eisini eru vorðnar ein ímynd av KÍ eru Jórun og Jórun, ið tær verða nevndar í Klaksvík.

Talan er um Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskopstø, ið hava vaskað klæðir fyri KÍ í mong ár, umframt at taka onnur tøk fyri felagið.

Jórun Biskopstø er FM-vinnara mamma og omma. Hon er omma núverandi liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, og hon er mamma Jan Andreasen, ið var millum teir fremstu spælararnar hjá KÍ í 1990-unum tá KÍ eisini vann FM-heiti og steypaheiti.

Jórun Frimannsdóttir Jacobsen er eisini av fótbóltsætt, og er hon ommusystir Jóannes Bjartalíð, ið hevur verið millum teir allarbestu spælararnar í føroysku kappingini í ár.

Jórun og Jórun kenna seg væl í einum góðum og væl virkandi felagsskapi, og sjálvt um tað er burturav sjálvboðið arbeiði tær fáast við fyri KÍ, so kennir tær, at tær fáa nógva løn skilt á tann hátt, at tær uppliva nógvar góðar løtur við KÍ.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Gullradio-reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jórun og Jórun. 

 

 

Tær tiltiknu Jórun og Jórun við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Gullradio-samrøðan Petur Asbjørn Lervig hevði við Jórun og Jórun hjá KÍ)