KÍ átti bestu málverjarnar

Ársins málverjar í føroyskum fótbólti 2019 spæla bæði við KÍ.

Á árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið, FM1 og FSF skipa fyri á Hotel Hafnia í kvøld, eru ársins málverjar í føroyskum fótbólti nú útnevndir.

Teir tilnevndu hjá monnum vóru Teitur M. Gestsson (HB), Kristian Joensen (KÍ) og Tórður Thomsen (NSÍ), og tær tilnevdu hjá kvinnum vóru Anna S. Hansen (EB/Streymur/Skála), Eyðgerð Mikkelsen (HB) og Óluvá Joensen (KÍ).

Heiðrarnir sum ársins málverjar fóru báðir til Klaksvíkar, nevniliga føroyameistararnar Kristian Joensen og Óluvá Joensen, bæði hjá KÍ.

KÍ lat fæst mál inn bæði í mansdeildini (19) og í kvinnudeildini (12).