Kí byrjar nú á heimavølli í evropa league

KÍ skal spæla evropa league undankappingardystir 27 juni og 4 juli

 

Í gjár var greitt at KÍ skal spæla evropa league undankappingardystir ímóti Tre Fiori úr San Marino, hetta var eitt sera gott lutakast fyri KÍ, tí Tre Fiori var mett at vera veikasta liðið ið KÍ kundi trekkja.

Í fyrsti ætløgu var meiningin at KÍ fekk tann seinna dystin ið skal spælast 4 juli á heimavølli, men í dag er greitt at støðan er broytt.

KÍ skal nú spæla seinna dystin á útivølli, hendan broytingin er framd tí at eitt annað lið úr San Marino skuldi spæla fyrra dystin á heimavølli, og UEFA meta ikki at tað er hóskandi at 2 lið úr San Marino hava heimavøll sama umfar.

Hetta gjørdi Tummas Lervig, formaður í KÍ greitt í samrøðu við Norðlýsið í dag.

fyrri dysturin verður sostatt spældir í Gundadali 27 juni og seinni dysturin verður spældir 4 juli í San Marino.