KÍ datt á trappuni í Dublin

KÍ fall, tá ið stóri møguleikin fyri at javna varð misnýttur, og persónligu mistøkini vóru avgerandi

KÍ hevur í kvøld sagt farvæl við Europa á hesum sinni. Sammett við fyri einari viku síðani, tá ið KÍ vann 6-1 á Dinamo Tbilisi, so høvdu klaksvíkingar í kvøld ikki marginalirnar við sær. Hvørki í verju ella álopi.

Á írska tjóðarvøllinum Aviva vann Dundalk FC 3-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

Tað vóru tvær heilt avgerandi løtur í dystinum. Tann fyrra tríggjar minuttir eftir steðgin, tá ið KÍ kiks í sambandi við hornaspark bar 2-0 við sær. Tann seinna ellivu minuttir undan leikloki, tá ið heimaliðið økti um munin til 3-1, tá ið KÍ var greitt omaná, og tað lá í luftini, at tað skuldi eydnast klaksvíkingum at javna til 2-2.

Eitt korter undan leikloki var tætt við, at KÍ javnaði. Jóannes Bjartlíð smekkaði til úr 25 metrum, og málverjin bjargaði. Hetta boðaði frá, at klaksvíkingar trúðu upp á møguleikan, og eina lítla løtu var alt avgjørt, tá ið KÍ hevði sín besta møguleika.

Uppspælið í høgru var framúr, Boris Dosljak legði út frá baklinjuni, men tíverri rkti Patrik Johannesen ikki bóltin, tá ið hann var í heilt góðari støðu.

Og so fór heimaliðið í mótálop og skoraði til 3-1.

Tað restaðu ellivu minuttir, og møguleikin hjá KÍ fyri at røkka bólkaspælið hvarv í heystarmyrkrinum í Dublin.

Tað var í 33. minutti, at tað varð 1-0. Eftir framlegging úr høgru sá tað út til, at verjuspælið var ikki heilt so sannførandi, sum tað hevði verið fyrsta stóra hálva tíman, og so endaði tað við, at Sean Murray við høvdinum snittaði bóltin upp um KÍ málverjan, sum kendi seg noyddan at leypa fram úr málinum.

 

Fyrsta løtan eftir steðgin var katastrofal fyri KÍ. Eftir horna úr vinstru tóktist samskiftið millum málverjan og Heina Vatnsdal ikki at vera nóg gott, og so endaði tað við, at bólturin varð sparkaður upp í nettakið. Málskjútti var Daniel Cleary.

Fyrstu veruligu KÍ royndina hevði Patrik Johannesen í 58. minutti og úr 17 metrum. Málverjin bjargaði til horna, og í næstu lítlu løtu hevði KÍ stórar møguleikar, sum endaðu við, at liðformaðurin bjargaði á strikuni, tá ið Jákup B. Andreasen royndi seg úr eitt sindur spískum í vinstru. 

Og næstu løtuna var KÍ fleiri ferðir framvið. Eitt nú tá ið Jesper Brink legði úr vinstru og til handara stólpa, har Boris Dosljak úr góðari støðu royndi seg við heilfluktara, men bólturin fór langt við síðuna av málinum.

So var tað, at Ole Erik Midtskogen, sum aftur í kvøld var sera eyðsýndur, minkaði um munin við fínum skoti, og KÍ spenti álopsbogan og hevði stóran møguleika at javna, áðrenn tað endaði 3-1.

Klaksvíkingar harmast og iðra seg, og tað er ikki at undrast á. Tí mótstøðuliðið vísti seg ikki at vera ræðandi. Trupulleikin var, at skamlopið hjá KÍ frá eitt korter undan leikloki og til tríggjar minuttir eftir steðgin kostaði tvey mál og harvið møguleikan, sum KÍ fyrsta hálva tíman og síðstu 40 minuttirnar vísti, at tað avgjørt vóru.

Og so ber altíð til at reflektera yvir, hvussu tað hevði gingið, um klaksvíkingar ikki frá dystarbyrjan høvdu havt so stóra virðing fyri mótstøðumonnunum og kanska høvdu verið meiri fokuseraðir á álopspartin fyrri, enn teir vóru.

KÍ verður ikki í Europa næstu mánaðirnar, og tað fer at bíða við føroyskari luttøku í bólkaspælinum.

Men gongdin hjá B36 og KÍ í Europa í summar og í heyst hevur verið staðfesting av, at tað kann fara at bera til, um marginalirnir spæla við.

Tað gjørdu teir ikki í kvøld. Bæði tí persónlig mistøk kostaðu avgerandi mál, og tí tað ikki eydnaðist at skora, tá ið møguleikar vóru.

 

Dundalk FC – KÍ 3-1 (1-0)

1-0: Sean Murray 33.

2-0: Daniel Cleary 48.

2-1: Ole Erik Midtskogen 66.

3-1: Daniel Kelly 79.

Dómarabólkur úr Italia: Maurizio Mariani, Matteo Passeri, Daniele Bindoni og Michael Fabbri (fjórði dómari)

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brink – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (Jonn Johannesen, 87.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Boris Dosljak, 56.), Ole Erik Midtskogen

Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, David Škrbec, Ólavur Niclasen