KÍ eigur eisini bestu verjuleikararnar

Ungur bakkur og royndur miðverji vóru kosin til bestu verjuleikararnar.

Ársins verjuleikarar í føroyskum fótbólti eru bæði úr føroyameistarunum, KÍ. Tey eru kvikbeinti bakkurin, Jóannes K. Danielsen, og royndi verjuskansin, Ragna Patawary.

Hetta vórðu tey kosin á Fótbóltsgalla, sum í hesi løtu er á Panorama á Hotel Hafnia. Tað eru Miðlahúsið, FM1 og FSF, sum standa fyri tiltakinum.

Hini tilnevndu í bólkinum ársins verjuleikari vóru annars Jesper Brinck (KÍ), Andrias H. Eriksen (B36), Durita Hummeland (KÍ) og Maibritt Olsen (ÍF/Víkingur/B68).

##med2##