KÍ er meistari

U-21: Klaksvíkingar tryggjaðu sær í gjárkvøldið fyrsta FM heitið í U-21 deildini

Í góðveðrinum í gjárkvøldið vunnu U-21 dreingirnir hjá KÍ 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Jógvan Gullaksen setti hol á beinanvegin, og fram ímóti steðginum skoraði Tórur Jacobsen tvey mál. Tað seinna við brotssparki.

Sigurin ber við sær, at KÍ hevur vunnið FM heitið fyri fyrstu ferð í hesi deildini. U-21 deildin sá dagsins ljós í 2018, tá ið AB varð meistari. Í fjør vann NSÍ meistaraheitið.

Fýra lið eru í FM bólkinum: KÍ, 07 Vestur, NSÍ og B36, og tað eru fimm dystir eftir at spæla. KÍ og NSÍ skulu spæla í Klaksvík og Runavík, B36 eigur heimadystir ímóti 07 Vestur og NSÍ, og =7 Vestur eigur heimadyst ímóti B36.

Kappingin er sett at enda fyrsta oktober.

 

KÍ U-21. FM vinnari í 2020.

Aftanfyri frá vinstru: Karsten Hanse, liðleiðari, Teitur Isaksen, Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen, Jacob Vitalis, Olaf K. Hansen, Jógvan Gullaksen, Børge Petersen, Ári Jacobsen, Kristian Svabo Eliasen, Jákup Vilhelmsen, Asbjørn Lómaklett á Tjaldrarfløtti, Aron Gaardlykke Joensen, Petur í Gong, venjari.

 

Frammanfyri frá vinstru: Oddur Olsen, venjari, David Andreasen, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, Dávid Matras, Aleks Jacobsen, Fríðálvur Klakk, Heldi Simonsen, Gullas Jacobsen og John Sigurð Joensen. Myndina hevur Eyðbjørn Jacobsen - pápi tveir av FM vinnarunum - tikið.