KÍ er steypavinnari

U-15 dreingir: Tað var neyðugt við umdysti, áðrenn klaksvíkingar bastu víkingunum og høvdu steypið við sær norður til Klaksvíkar

mynd: Ólavur Gaard

mynd: Ólavur Gaard

Tað var sannur steypahýrur við Løkin í Runavík í kvøld. U-15 dreingirnir hjá Víkingi og KÍ spældu steypafinalu. Liðini bæði løgdu nógv fyri, og áskoðararnir vóru nógvir og stuðlaðu sínum liðum soleiðis, sum tað eigur at verða gjørt, tá ið talan er um steypafinalu – mælskir og klæddir í KÍ og Víkingalitirnar og við fløggum og trummum.

KÍ vann 4-2 eftir umdyst.

Vanliga leiktíðin í hesi deildini er 2 ferðir 35 minuttir. Tá ið tað resaðu tveir minuttir var KÍ frammanfyri 2-0. Dómarin legði tveir minuttir aftrat, og síðstu fýra minuttirnar skoraði Víkingur tvey mál.

So var neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir tíggju minuttir – og tá vóru klaksvíkingar teir drúgvaru.

Bæði KÍ málini í vanligu leiktíðini vórðu skorað eftir hornaspark. Í báðum førum var tað liðformaðurin, Jákup Vilhelmsen, sum skoraði. Tað fyrra, tá ið eitt korter var farið og tað seinna, tá ið seinni hálvleikur var ellivu minuttir gamal.

Tey bæði málini hjá Víkingi, sum vóru skorað fram ímóti dystarenda, komu eisini eftir deyðbóltar. Tað fyrra syrgdi Ólavur Jákupson Poulsen fyri við fínum stútara eftir fríspark, og tað seinna skoraði Sigmund Hansen eftir horna og eitt sindur av aftur og fram.

Í longdu leiktíðini legði Tóki á Lógv beinanvegin KÍ framum 3-2, tá ið hann hegnisliga við høvdinum og eftir framlegging úr vinstru við frísparki snittaði bóltin uppum málverjan og í handara síðunetið. Fam ímóti dystarenda staðfesti Silas Gaard 4-2 sigurin, tá ið hann eftir uppspæl í høgru og afturlegging smekkaði bóltin  eitt sindur úr høgru og í handara síðunetið.

Steypavinnararnir í U-15 kappingini eru hesir: Kári Müller, Dánial Højgaard, Jákup Vilhelmsen, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, Tummas á Lakjuni, Dávid Biskopstø Andreasen, Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti, Silas Gaard, Tóki á Lógv, Benjamin Vilhelmsen, Silas Jacobsen, Ári Jógvansson, Rókur Josephsen, Kjartan Jacobsen og Poul Jacob Christiansen.

mynd: Ólavur Gaard