KÍ fer at spæla FM finalu

Í fínum fótbóltsdysti í Gøtu í kvøld vendu klaksvílkingar hóttandi tapi til 3-1 sigur

KÍ hevur gott tak á Víkingi í Gøtu. Tað siga tølini, og soleiðis var tað eisini í kvøld. KÍ vann útsetta dystin á útivølli ímóti Víkingi 3-1.

Talan var um fínan fótbóltsdyst. Fyrstu løtuna vóru umstøðurnar ikki góðar, men tær batnaðu. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, hóast talan var um møguleikar í báðum endum.

Beinanvegin efrir steðgin legði Víkingur seg framum. Bogi Reinert Petersen skoraði eftir upplegg úr høgru frá Adeshina Lawal.

So skifti KÍ Páll A. Klettskarð inn, og hann vísti seg at vera sera avgerandi. Páll átti uppleggið, tá ið Patrik Johannesen javnaði, eftir at Atli Gregersen stórkiksaði. Lítla løtu seinni skoraði Páll A. Klettskarð eftir fínt álop og innlegg úr høgru.

Tveir minuttir seinni misti Víking ein mann, tá ið Heðin Hansen sá gula kortið fyri aðru ferð.

Hóast Víkingur var undirmannað, so bylgjaði spælið báðar vegir. Tað var hendiingarríkt og intenst, og spenningurin var stórur, og Sølvi Vatnhamar hevði ein møguleika at javna, áðrenn Patrik Johannesen í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 3-1 sigurin, eftir upplegg frá Simen Sandmæl.

Fagnaðurin var stórur í KÍ leguni, nú møguleikin at vinna FM varð varðveittur og styrktur, meðan teir í Víkingi ásanna, at nú er teirra møguleiki at røkka Europa burtur.

-Eg eri øgiliga fegin. Talan var um fínan fótbóltsdyst, og tað var styrki, at okkara ikki vórðu tiknir av fótum, hóast teir beinanvegin eftir steðgin fingu mál ímóti sær, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thoamssen.

-Vit vóru noyddir at skifta út, tí bæði Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen vóru darvaðir av skaðum. Tá ið vit høvdu lagt okkum framum, lagaði dysturin seg eftir okkara treytum, men tíverri góvu vit teimum eitt mál, og so broyttust fyritreytirnar, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze, sum lovar, at Víkingur fer at gera alt fyri at geva B36 skarpan gang í Sarpugerði annan sunnudag:

-Vit kunnu ikki annað enn leggja alt fyri, sum vit eiga í okkum, sigur Víkinga venjarin.

KÍ sigurin ber við sær, at klaksvíkingar hava møguleika í Gundadali í 27. umfari at vinna FM.

Um KÍ vinnur á heimavølli í næstsíðsta umfari ímóti NSÍ, og um B36 tapir í Sarpugerði, so verður KÍ meistari, tí málmunurin hjá KÍ er væl betri, enn hann er hjá B36. Málmunurin hjá KÍ er +39, og hjá B36 er hann +32.

Og so eigur at vera lagt aftrat, at tað var ein fragd at síggja, hvussu væl Eiler Rasmussen dømdi íkvøld.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur - KÍ 1-3 (0-0)

1-0: Bogi Reinert Petersen 46.

1-1: Patrik Johannesen 67.

1-2: Páll A. Klettskarð 74.

1-3: Patrik Johannesen 93.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen (Arnbjørn Svensson, 70.), Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen (Ingi Jonhardsson, 75.), Heðin Hansen - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal (Philip Djordjevic, 63.)

Gult kort: Bogi Reinert Petersen og Elias Lervig

Reytt kort: Heðin Hansen 76. (2 gul)

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Steinbjørn Olsen (Ólavur Niclasen, 66.) - Boris Dosljak (Torbjørn Grytten, 85.), Simen Sandmæl, Jákup B. Andreasen, Magnus Stamnestrø (Páll A. Klettskarð, 66.) - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen

Gult kort: Jesper Brinck

 

251933561760
B36251933522060
NSÍ251735602754
Víkingur251537493448
HB251366572745
Skála2510114303131
TB255416205219
EB/Streymur255317245618
AB255317296318
ÍF2513212575  6

26. umfar

Sunnudagin 20. oktober

KÍ - NSÍ

EB/Streymur - AB

ÍF - Skála

Víkingur - B36

HB - TB