KÍ fingið leikara úr bestu svensku deildini

Seinnu árini hevur Daniel Björkman spælt við Örebro SK í bestu svensku fótbóltsdeildini

 

 

KÍ hevur fingið ein nýggjan leikara. Talan er um svian Daniel Björkman, sum er verjukendur leikari. Hann spælir fyri tað mesta spælir vinstri bakkur og miðverji, men kann eisini spæla sum verjikendur miðvallari. Hesum boðar KÍ frá í kvøld.

Daniel Björkman er 28 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Svøríki, har hann hevur spælt fótbólt alla yrkisleiðina fram til nú. Seinnu árini hevur Daniel verið í Örebro SK, sum er partur av bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan. Talan er um ein eitt ára sáttmála.

Fyrr í vikuni skrivaði KÍ sáttmála við Claes Kronberg sum kann spæla á fleiri plássum, men fyri tað mesta kemur at røkja pláss á miðvøllinum.

– Tá Daniel og Claes eru komnir norður til Klaksvíkar, eru vit væl mannaðir á øllum plássum, og tí er Daniel seinasti leikarin, sum gerst partur av KÍ hópinum í vetur, sigur venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomasen, við KÍ.fo