KÍ hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla Jasper Van Der Heyden, sum spældi við AB í fjør.
- Jasper kom til Føroya í farna kappingarári og var eitt av ljóspunktunum hjá AB. Jasper er ein álopsinnaður miðvallari, men roynist eisini væl úti á veinginum. Fyri AB spældi hann 26 dystir og skoraði trý mál. Jasper Van Der Heyden er føddur og uppvaksin í Belgia, har hann hevur spælt fótbólt frá barnsbeini av. Hann royndi seg í Íslandi, har hann møtti føroysku unnustuni, og gjørdi av at flyta til Føroya, skrivar ki.fo.
Heilt stóra styrkin hjá Jasper Van Der Heyden er skjótleikin og bóltførleikin. Hann spælir fyri tað mesta á framrættaða miðvøllinum, men hevði ilt við at fáa hol á málskitingina. Hann er saman við Bob Sumareh, Mathias Rosenørn og Árna Frederiksberg nýggir í KÍ-hópinum.