KÍ-fjeppari kláraði ikki at hyggja eftir øllum dystinum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við ein ovurfegnan KÍ-fjeppara og ungdómsvenjara, Eyðun Thorgeirsson

Eyðun Thorgeirsson hevði ikki nervar til at sita millum stóru KÍ-viðhaldsfjøldina í Gundadali farna leygardag

Eyðun Thorgeirsson hevði ikki nervar til at sita millum stóru KÍ-viðhaldsfjøldina í Gundadali farna leygardag

##med2##

Hann er farin mangan brattan fyri KÍ, bæði sum fjeppari og sum ungdómsvenjari í KÍ, og hann má sigast at vera millum kendastu KÍ-fjeppararnar í landinum.

Eyðun Thorgeirsson er ovurfegin um, at KÍ loksins er meistari aftur. Hann viðgongur, at tað hevur verið ein strævin og lang bíðitíð, og til FM-finaluna leygardagin hevði hann ikki nervar til at hyggja eftir øllum dystinum millum B36 og KÍ.

Eyðun vónar tí, at hann kann sleppa siggja allan dystin á DVD.

Sendingin "Gullradio" á FM1 rundaði sendingina av við at ringja til Eyðun Thorgeirsson, ið var júst liðugur við at venja U11-liðið hjá KÍ tá FM1 ringdi til hann.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyr samrøðuna sendingin "Gullradio" á FM1 hevði við Eyðun Thorgeirsson. 

 

 

Eyðun Thorgeirsson hevði ikki nervar til at sita millum stóru KÍ-viðhaldsfjøldina í Gundadali farna leygardag

(Gullradio-samrøða við Eyðun Thorgeirsson)