KÍ gjørdi ikki kubbið

Chidiebere Nwakali var als ikki í formi til at spæla fótbólt og er farin av landinum

Fyri kortum skrivaði In.fo um Chidiebere Nwakali, ið var til royndarvenjing hjá KÍ í Klaksvík. Talan er um spælara, sum fyri kortum hevur gjørt um seg í norskum fótbólti, men hann er nú sendur heim, tí hann als ikki var í formi til at spæla fótbólt.

- Hann kann verða tann besti í Føroyum, um hann er motiveraður, segði Henrik Malde Breimyr, sum spældi saman við Chidiebere Nwakali í Start í 2016.

- Eg spældi móti honum tvær ferðir í 2017. Hann var klasse. Góðan teknikk, rennisterkur og hevur eitt gott skot, segði Gilli Rólantsson, ið spælir við Brann Bergen.

Tað er tí ikki undarligt, at KÍ hevur givið miðvallaranum úr Nigeria ein møguleika, nú hann er uttan felag. Liðið stríðist við at fáa miðvøllin at rigga, men tað verður ikki við Chidiebere Nwakali. Hann er farin av landinum aftur.

Annars er talan um eina fótbóltsfamilju, tí beiggi Chidiebere Nwakali eitur Kelechi Nwakali. Hann spælir við Huesca í næstbestu deildini í Spania. Hann hevur annars verið sáttmálabundin í Arsenal frá 2016 til 2019.