KÍ hevur keypt miðvallara í Slovenia

KÍ venjarin sigur, at felagið næstu dagarnar fer at keypa í hvussu so er ein spælara aftrat

KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, var vónbrotin, eftir at hansara menn í dag taptu 6-2 á Tórsvølli ímóti B36.

Venjarin ásannaði, at B36 hevði staðið seg væl, og samstundis helt hann, at dómarin hevði verið óheppin við nøkrum avgerðum, sum bóru við sær, at tað bara vóru níggju KÍ spælarar á vøllinum, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

-Tað sást væl, at okkum resta tveir ella tríggjar spælarar. Vit ætlaðu at hava fleiri spælarar, men tveir møttu ikki upp í vetur, og ein er farin til hús aftur. Nú fara vit at styrkja okkum við í hvussu so er tveimum spælarum, segði Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, eina løtu eftir síðsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ legði rygg til 6-2 tap ímóti B36.

Eina løtu eftir samrøðuna við FM1 kunngjørdi KÍ á heimasíðu síni, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við nýggjan miðvallara, sum er ættaður úr Slovenia.

KÍ skrivar soleiðis:

Í komandi viku verður slovenin, David Skrbec, við í venjingini í besta manshópinum hjá KÍ. David, sum er verjukendur miðvallari, er 23 ár og kemur frá slovenska liðnum NK Krka, har Marko Dusak hevur spælt, síðan hann fór frá KÍ fyrraárið.

Avtalan millum David Skrbec og KÍ er galdandi í ár og í 2021, sigur KÍ.

Fyri meiri enn einum mánað síðani, skrivaði in.fo, at landsliðsspælarin Heini Vatnsdal, sum síðstu árini hevur spælt við Fremad Amager í næstbestu donsku deildini, er á veg til Klaksvíkar. Enn eru tíðindi ikki váttað, men væl vitandi keldur vilja vera við, at tíðindini verða váttað fyrsta dagin.