KÍ hevur skift nógv út

Mikkjal hevur blandað kortini av nýggjum undan dystinum á Skála

Tað er eitt KÍ lið í øðrvísi útgávu, enn tað var í 2-1 sigrinum ímóti HB leygarkvøldið, sum er farið undir avbjóðinga undir Mýruhjalla á Skála, har Dagfinn Forná bríkslaði fyrstu ferð klokkan 19.

Trýstið er stórt á klaksvíkingum, sum fram til 3. oktober skulu spæla seks dystir – ein í Europa og fimm í landskappingini. Tann fyrsti er á Skála nú í kvøld.

Tá ið tað er so stutt millum dystirnar, kemur tað væl við, at teir eru nógvir væl skikkaðir spælarar, sum kappast um plássini á liðnum.

Í kvøld eru fýra spælarar á liðnum, sum ikki vóru millum teir fyrstu leygarkvøldið. Teir eru Ísak Simonsen, sum leingi hevur verið skaddur, nýggi miðvallarin David Skrbec, framrættaði nýggi síðuspælarin Abubakar Ibrahim Aliyu og Boris Dosljak. Heini Vatnsdal er ikki á listanum, og Jesper Brinck, Patrik Johannesen og Ole Erik Midtskogen eru á beinkinum saman við Dávid Langgaard, Jonn Johannesen og Ólavi Niclasen.

 

Skála – KÍ kl. 19.00

Dómari: Dagfinn Forná

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Niels Pauli Danielsen – Pætur Dam Jacobsesen, Hjalti Strømsten – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Jacobsen – Aksel B. Danielsen

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, David Skrbec, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Abubakar Aliyu Ibrahim, Páll A. Klettskarð