KÍ kærir aftur leikbannið hjá Pavlovic

- Ongin fekk mein av hendingini, sigur formaðurin í KÍ

Í KÍ órógvar leikbannið, sum Deni Pavlovic fekk fyri at stúta TB-áleyparan, Ken Fagerberg, í seinasta dystinum fyri summarsteðgin. Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur givið serbiska miðverjanum seks dystir leikbann. KÍ kærdi fyrst avgerðina til Aganevndina, men fekk ikki viðhald.

 Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Sosialin at KÍ hevur kært víðari til Yvirkærunevndina.

- Vit hava kært víðari til Yvirkærunevndina. Vit meta, at leikbannið skal verða styttri. Hann hevur fingið harðastu revsingina, men ongin hevur fingið mein av hendingini. Tí halda vit, at revsingin er hørð. Vit høvdu væntað eitt longri leikbann enn tveir dystir, men seks dystir er ov nógv, sigur Tummas Lervig.

 ##med2##

Fyrr í vikuni skrivaði heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum soleiðis:

“Aganevndin hjá FSF hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarnevndini, í samband við longdina av leikbanninum, ið KÍ-spælarin, Deni Pavlovíc fekk fyri reyða kortið í dystinum móti TB

Aganevndin hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarnevndini, um at Deni Pavlovic skal hava seks dystir leikbann fyri reyða kortið, ið hann fekk móti TB

Tá TB og KÍ spældu landskappingardyst á jóansøku, fekk KÍ-spælarin, Deni Pavlovic reytt kort í 86. minutti. Reyða kortið varð givið fyri at Deni Pavlovic tilætlað stútaði ein TB-spælara í høvdið, uttan at bólturin var í spæl teirra millum.

Kappingarnevndin hjá FSF gav síðani Deni Pavlovic seks dystir leikbann. Men KÍ kærdi longdina av leikbanninum til Aganevndina, sum nú hevur viðgjørt málið. Og Aganevndin staðfestir avgerðina hjá Kappingarnevndini, um at Deni Pavlovic skal hava seks dystir leikbann.

KÍ hevur heimild at kæra avgerðina hjá Aganevndini til Yvirkærunevndina. Hetta skal gerast innan fimm dagar, eftir at felagið er blivið kunnað um avgerðina hjá Aganevndini.”

Mynd: (Álvur Haraldsen) Tummas Lervig, formaður í KÍ