KÍ longt sáttmálan við Bjartalíð

Jóannes Bjartalíð hevur nú sáttmála fram til 2022

KÍ hevur í kvøld lagt eitt ár afturat sáttmálanum hjá Jóannes Bjartalíð. Tað skrivar Norðlýsið í dag.

Jóannes Bjartalíð hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ síðani 2015. KÍ boðar nú frá, at eitt ár er lagt afturat sáttmálanum, so at hann er galdandi fram til og við 2022.

Jóannes Bjartalíð fekk í fjør sítt gjøgnumbrot á landsliðnum og bleiv valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti. Í uppteljing hjá Norðlýsinum hevur hann skorað 65 mál og lagt upp til 46 mál í 138 dystum.

Tað hevur fleiri ferðir verið áhugi fyri eginleikunum hjá Jóannes Bjartalíð uttanlands. Millum annað royndarvandi hann í Norra í vetur, men fyribils hevur hann hildið áfram at spæla í KÍ. KÍ vann mánakvøldið 6-0 á AB á Argjum. Jóannes Bjartalíð kom inn í hálvleikinum og skoraði eitt mál.

##ms##