KÍ málverjin breyt beinið

Kvinnur: Nýggjur málverji, sum er gamal kenningur, verjir málið hjá oddaliðnum í Gundadali íkvøld

mynd: nordlysid.fo

mynd: nordlysid.fo

KÍ er topplið í kvinnudeildini í fótbólti, og KÍ verður roknað at vera stórfavorittur at vinna FM.

Í kvøld skal toppliðið spæla í Gundadali ímóti B36. Tá verður nýggjur málverji í KÍ málinum.

Síðsta leygardag var KÍ í Gundadali. Tá var seinna hálvfinalan í steypakappingini á skránni. Mótstøðuliðið var HB, sum vann 6-3 og við sigrinum varpaði KÍ úr steypakappingini.

Umframt at hava tap við sær úr Gundadali og norður aftur til Klaksvíkar, so kom tað heilt illa við, at málverjin fram ímóti dystarenda breyt beinið.

17 ára gamla Óluva Allansdóttir Joensen hevur vart KÍ málið í flestu dystunum í ár. Leygardagin var hon óheppin fram ímóti dystarenda, tá ið annað skinnabeinið brotnaði.

Teir dystirnar, tá ið Óluva Allansdóttir Joensen ikki hevur vart KÍ málið í summar, hevur Randi á Bergi verið málverji. Hon er nú farin av landinum í lestrarørindum. Tí hevur KÍ leitað eftir nýggjum málverja.

24 ára gamla Monika Biskopstø vardi KÍ málið fram til og við 2014. Síðani hon fór av landinum í lestrarørindum, hevur hon ikki spælt í heimligu landskappingini. Hon hevur tó spælt á landsliðnum so seint sum 9. Apríl í ár, tá ið hon vardi føroyska málið í vinardystinum á útivølli ímóti Litava (1-1).

Í kvøld fer Monika fyri fyrstu ferð í fimm ár at verja KÍ málið.

Tveir dystir í kvinnudeildini vera íkvøld.

EBS/Skála – ÍF/Víkingur/B68: Árni Brandsson Petersen kl. 20.00

B36 – KÍ: Kristian Oskar Henriksen kl. 20.00

 

12

9

1

2

24

9

28

ÍF/Víkingur/B68

12

7

3

2

23

11

24

HB

12

6

1

5

41

12

19

B36

13

3

0

10

10

36

9

EBS/Skála

11

2

1

8

8

38

7

mynd: nordlysid.fo