KÍ misti á stokkinum

1. DEILD: Víkingur javnaði í síðstu løtu í Klaksvík

Dávid Langgaard legði KÍ á odda 3-2, men í tíðini, sum dómarin legði aftrat, javnaði Víkingur til 3-3

Dávid Langgaard legði KÍ á odda 3-2, men í tíðini, sum dómarin legði aftrat, javnaði Víkingur til 3-3

Fyrr í vikuni varð boðað frá, at allur fótbóltur uttan hann í bestu deildini á mannfólkasíðuni varð fyribils útsettur. Nú tykist tað sum um, at tað er farið at lætta eitt sindur. Longu í kvøld spældu næstbestu liðini hjá KÍ og Víkingii, og tað sigst, at tað verður fult umfar í kvinnudeildini, og at tveir dystir í 1. deild vera týskvøldið.

Í kvøld hevði næstbesta liðið hjá KÍ vitjan av næstbesta liðnum hjá Víkingi.

Dómaraseðilin sigur, at dysturin endaði við 3-2 KÍ sigri, men eygnavitni og eisini dystir.fo vita at siga, at tað endaði 3-3. (Dómaraseðilin varð rættaður, eftir at frammanfyri standandi varð skrivað).

Víkingur er topplið, men soltna úrtøkan hjá KÍ nógvu tær seinastu ferðirnar hevur borið við sær, at KÍ er dottið aftur á áttanda plássið.

Tað kundi  hugsast, at teir í Klaksvík eru nøgdir við úrslitið, sum var 3-3, men teir vóru vónbrotnir, tí teir vóru frammanfyri 3-2, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Tað høvdu teir verið síðani miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Dávid Langgaard eftir upplegg frá Kristian Svabo Eliasen legði KÍ framum 3-2.

Men so var tað, tá ið klokkan vísti meiri enn 91 minuttir, at Ási Rasmussen eftir upplegg frá Regini Joensen jvnaði til 3-3.

Í evstu løtu hevði KÍ møguleika aftur at leggja seg á odda, men tað eydnaðist ikki Gulaki Jacobsen at umseta góðan møguleika til mál.

Víkingur setti hol á í triðja minutti. Málskjútti var Bergur Poulsen.

Hjalgrím Elttør átti uppleggið, tá ið Gulak Jacobsen eftir eitt korter javnaði til 1-1, og Helgi Simonsen átti uppleggið, tá ið Steinbjørn Olsen fýra minuttir eftir steðgin legði KÍ á odda 2-1. Ein stórur tími var farin, tá ið Víkingaliðformaðurin Aron Jarnskor Ellingsgaard javnaði við brotssparki til 2-2, og so var tað, at KÍ skoraði til 3-2, og at Víkingur javnaði til 3-3 í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

Dávid Langgaard legði KÍ á odda 3-2, men í tíðini, sum dómarin legði aftrat, javnaði Víkingur til 3-3