KÍ og korona spøkir aftur

Europa League: Mótstøðuliðið hjá Dinamo Tbilisi, sum skal spæla móti KÍ, er rakt av korona

Tað er mikið rok, tá KÍ og Slovan Bratislava skuldu spæla í 1. undanumfarinum í Champions League. Gestirnir vóru raktir av korona í tveimum atløgum, og eftir drúgt stríð endaði tað við at KÍ fór víðari til 2. undanumfar. Tá tapti KÍ 3-1 fyri Young Boys og er nú flutt yvir í 3. undanumfar í Europa League.

Her skal KÍ á heimavølli spæla móti Dimano Tbilisi úr Georgia. Dinamo Tbilisi vann í gjár 1-0 á walisiska Connah’s Quay Nomads. Walisiska liðið er rakt av korona og fýra spælarar hava fingið staðfest COVID-19, og ein hevur sjúkueyðkenni og er avbyrgdur. Teir spældu ikki.

Hinvegin spældu tríggir spælarar, ið kendu seg illa. Venjarin, Andy Morrison, váttar nú at hann hugdi bara vekk, tá spælararnir komu við boðunum um, at teir kendu seg illa. Heimaliðið tapti í 97. minutti upp á eitt brotsspark.

Tað vil siga, at mótstøðuliðið hjá KÍ um eina viku, hevur so seint sum í gjár spælt móti einum liði, har korona ger um seg. Dysturin millum KÍ og Dinamo Tbilisi verður á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19.