KÍ - Skála 2-2: Mál og samrøður frá FM1

Hoyr hvussu tað ljóðaði tá ið Tróndur Arge á FM1 segði frá hvussu Skála fekk javnleik eftir at hava verið aftanfyri 2-0, og hvat Eyðun Klakkstein og Jóannes Bjartalíð søgdu eftir dystin

Trýst á pílin og hoyr málini og samrøður frá FM1

Trýst á pílin og hoyr málini og samrøður frá FM1

##med2##

Skála spiltu oddaveitsluna hjá KÍ á sjómannadegnum, tá ið tað eydnaðist skálamonnum at taka 2-0 leiðsluna hjá KÍ aftur og fáa javnleik til 2-2. Øll fýra málini komu eftir hornaspark

Trýst á ljóðfíluna omanfyri og hoyr:

1: Tróndur Arge siga frá øllum fýra málunum á FM1

2: Eyðun Klakkstein, Skálavenjara úr Klaksvík, greiða frá hvussu tað eydnaðist at vinna sær eitt stig hóast sera skert lið. Skálavenjarin er ikki nøgdur við allar lutir í spælinum, men er sera nøgdur við hvussu miðverjarnir fingu bjargað dystinum og at tað eydnast at fáa javnleikin - hóast tað eisini kundi eydnast at fingið øll trý stigini.

3: Ein vónbrotnan Jóannes Bjartalíð, ið skorar til 2-0 fyri KÍ, iðra seg um at tað ikki eydnast at vinna sær trý stig. - Vit snorksova við tveimum hornsparkum, sigur Jóannes Bjartalíð, ið kortini rósar Skála. - Hattin av fyri teimum, teir eru í hvørjum skotið og blokera, sigur KÍ-toppskjúttin millum annað.

 

KÍ - Skála 2-2 (2-2)

1-0: Boris Dosljak

2-0: Jóannes Bjartalíð

2-1: Haraldur R. Højgaard

2-2: sjálvmál

Dómari: Dagfinn Forná

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Steinbjørn Olsen, Ólavur Niclasen (Ísak Simonsen, 46.) - Boris Dosljak, Simen Sandmæl (Semis Hadzibulic), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettkskarð

Skála: Karstin Hansen - Jákup Jakobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Niels Pauli Danielsen - Haraldur R. Højgaard, Janus Svabo Samuelsen - Ronni Møller-Iversen, Ari Olsen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen

 

Sí myndirnar, ið Álvur Haraldsen tók við Djúpumýru í kvøld niðanfyri

##ms##

Trýst á pílin og hoyr málini og samrøður frá FM1