KÍ skuldi vunnið meir enn 3-0 (FM1)

(FM1) Jóannes Bjartalíð hjá KÍ og Poul Ingason hjá TB eru samdir um, at 3-0 sigurin hjá KÍ á TB var ruddiliga uppiborin

Her sæst Jóannes Bjartalíð í Europa League dysti fyri KÍ í summar (Savnsmynd)

Her sæst Jóannes Bjartalíð í Europa League dysti fyri KÍ í summar (Savnsmynd)

##med2##

KÍ vann tryggan 3-0 sigur móti TB á heimavølli fyrr í kvøld. Longu tá 23 minuttir vóru farnir var støðan 2-0 til KÍ. Magnus Stamnestrø skoraði til 1-0 og Jákup Biskopstø Andreasen økti til 2-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Jóannes Bjartalíð sigurin.

Í samrøðu við FM1 staðfesta bæði Jóannes Bjartalíð hjá KÍ og Poul Ingason hjá TB, at sigurin var ikki eitt mál ov stórur. Jóannes iðrar seg um, at sigurin ikki var stórur, og Poul viðgongur, at KÍ hevði bóltin nærum 80 prosent av tíðini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøður frá FM1 við Jóannes Bjartalíð og Poul Ingason. 

Her sæst Jóannes Bjartalíð í Europa League dysti fyri KÍ í summar (Savnsmynd)

(Samrøður: Jóannes Bjartalíð og Poul Ingason)