Klaksvíkskappingin hevur verið hetta vikuskiftið.
Ígjár vann Víkingur 3-0 á HB og KÍ vann 4-1 á EB/Streymi.
Í dag vann HB 7-0 á EB/Streymi í dystinum um triðja plássi.
EB/Streymur hevði skift allar sínar leikarar út frá í gjár, meðan HB spældi við tí, sum líktist sterkastu uppstilling, skrivar Norðlýsið.
Víkingur skifti eisini nógvar ungar leikarar út til finaluna móti KÍ í dag.
Um finaluna sum KÍ vann 3-2 á Víkingi aftaná Víkingur hevði verið á odda 2-0 í steðginum skrivar Norðlýsið, at unga liðið hjá Víkingi avrikaði framúr væl, men ein stórspælandi Árni Frederiksberg vendi dystinum fyri KÍ í seinna hálvleiki.
KÍ-Víkingur 3-2 (0-2)
0-1: Rani Hansen
0-2: Bergur Poulsen
1-2: Jóannes Bjartalíð
2-2: Árni Frederiksberg
3-2: Árni Frederiksberg
Komandi sunnudag klokkan 16 verður stórsteypadysturin millum FM- og steypavinnararnar, HB og NSÍ sum vann silvur í landskappingini í fjør leiktur á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum.