KÍ yvirvann fjálturin og legði seg á odda í Betrideildini (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen seta orð á sera týdningarmikla 3-0 sigurin sum KÍ vann á ÍF

Her sæst Mikkjal Thomassen undir dystinum tá KÍ vann 1-0 á NSÍ við Løkin í Runavík

Her sæst Mikkjal Thomassen undir dystinum tá KÍ vann 1-0 á NSÍ við Løkin í Runavík

##med2##

KÍ vann ein sera týðandi 3-0 sigur á botnproppinum, ÍF sum beit sera væl frá sær við Djúpumýrar í Klaksvík í dag.

Torbjørn Grytten gav KÍ eina dreymabyrjan tá hann legði KÍ á odda longu í sjeynda minutti. Men so gingu tað næstan 80 minuttir áðrenn KÍ skoraði aftur við framúrskarandi máli hjá Jóannes Bjartalíð. Løtu seinni staðfesti Patrik Johannesen sigurin.

Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ ásannar, at tað var fjáltur á KÍ-spælarunum aftaná góðu byrjanina. Men Mikkjal slær fast, at ÍF beit væl frá sær, og tað er nakað ein skal hava virðing fyri.

Sambært Mikkjali fór leikferðin hjá KÍ ov nógv niður aftaná 1-0 leiðslumálið. Frá byrjan av seinna hálvleiki fekk Mikkjal Páll Klettskarð og Steinbjørn Olsen á vøllin fyri Torbjørn Grytten og Semir Hadzubilic fyri at fáa meira ferð á, men tað var ikki fyrrenn ímóti dystarenda, at tað aftur bragdaði hjá KÍ. Men talan er um ein sera týðandi sigur hjá KÍ.

Nú bíðar KÍ og Mikkjali ein torførur útidystur móti Víkingi í Sarpugerði komandi leygardag. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Mikkjal Thomassen fyrr í kvøld. 

Her sæst Mikkjal Thomassen undir dystinum tá KÍ vann 1-0 á NSÍ við Løkin í Runavík

(Samrøða: Mikkjal Thomassen KÍ)