KÍF í kreppu bjóðar oddaliðnum av

KÍF er einasta liðið, sum hevur vunnið á H71 í ár, men kollfirðingar eru í keðiligum stima

KÍF ynskir sær enn eitt gott avrik frá Joakimi Jürs í málinum, um tað skal eydnast at venda gongdini ímóti H71 í dag

KÍF ynskir sær enn eitt gott avrik frá Joakimi Jürs í málinum, um tað skal eydnast at venda gongdini ímóti H71 í dag

Okkaradeildin:

Klokkan 16.30: H71 - KÍF, Hoyvíkshøllin (FM1 sigur frá dystinum)

H71 hevur lagt seg rættiliga trygt á odda í Okkaradeildini, eftir níggju av teimum 18 dystunum í grundspælinum.

Føroyameistararnir úr H71 hava bert mist stig einaferð higartil, og tað var ímóti dagsins mótstøðuliðið, KÍF.

Sí eisini:

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/joakim-jaspur-og-kif-bastu-aftur-h71/

Joakim, Jaspur og KÍF bastu aftur H71

 

Síðani hevur KÍF siglt í heldur tungum sjógvi og bert vunnið ein av teimum fimm dystunum síðani seinast. H71 hevur hinvegin gjørt slætt borð og ætlar óivað at hevna dystin í Kollafirði.

Spurningurin er so um KÍF kann koma aftur á slóðina ímóti oddaliðnum.

Hetta er aðru ferð hetta kappingarárið, at H71 og KÍF dystast.

Innanhýsis dystir

KÍF – H71 31-27
Okkaradeildin: 06/10/2019
Málskjúttar hjá H71
Peter Krogh11
Pauli Mittún5
Hans Kári Hansen4
Leivur Mortensen3
Vilhelm Poulsen2
Pætur Thomsen1
Rúni Vest Højgaard1
Málskjúttar hjá KÍF
Nicklas Selvig10
Hørður Fannar Sigþórsson5
Hans Eli Sigurbjørnsson4
Rani A. Højgaard3
Teitur Joensen3
Ási Dam2
Andrias Nielsen1
Atli L. Hammer1
Hjalti H. Matras1
Rúni Joensen1

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7192672105716
2StÍF10285276913
3Neistin102692432612
4VÍF102822661612
5KÍF9251240119
6Kyndil10257267-106
7Team Klaksvík10215324-1090

KÍF ynskir sær enn eitt gott avrik frá Joakimi Jürs í málinum, um tað skal eydnast at venda gongdini ímóti H71 í dag