KÍF-Neistin 21-26: Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr toppskjúttarnar, Dánjal Ragnarsson (Neistin), Rúni Joensen (KÍF), og viðmerkjararan, Niklas Reginsson lýsa dystin

Dánjal Ragnarsson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, tá Neistin vann 26-21 á KÍF í høllini í Kollafirði fyrr í dag

Dánjal Ragnarsson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, tá Neistin vann 26-21 á KÍF í høllini í Kollafirði fyrr í dag

##med2##

Neistin hevur spælt seg inn í FM-hálvfinalustríðið aftur við einum góðum 26-21 sigri á KÍF í høllini í Kollafirði í dag. Móti endanum var støðan bert 21-22 til Neistan, men seinastu løtuna megnaðu teir bláu at hála sigurin heim.

Rúni Joensen gjørdist toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Rani Højgaard skoraði fýra mál fyri KÍF.

Dánjal Ragnarsson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Rasmus Søby skoraði seks mál fyri Neistan.

Í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík vann VÍF 33-28 á Team Klaksvík. Í steðginum var VÍF á odda 18-12. 

Kaito Nakahodo og Jens Pauli Mohr vóru toppskjúttar hjá Team Klaksvík við átta málum hvør. Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Sjúrður Olsen skoraði seks mál fyri VÍF.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av dystinum.

2) Niklas Reginsson var viðmerkjari. Hoyr Niklas taka samanum dystin.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Dánjal Ragnarsson sum staðfestir, at hann og liðfelagarnir arbeiddu ein ávísan likamslut úr brókunum fyri at kunna vinna í Kollafirði í dag.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá KÍF, Rúna Joensen sum harmast tapið í dag, men hann slær fast, at KÍF fer at venja hart fyri at kunna verða við í stríðnum at sleppa í steypafinaluni og í FM-hálvfinalurnar. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7172071654212
 STÍF8226220611
 VÍF82272111610
 KÍF8222204189
 NEISTIN8208195138
 KYNDIL7182192-104
 TEAM KLAKSVÍK8179264-850

 

 ##ms##

 

 

Dánjal Ragnarsson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, tá Neistin vann 26-21 á KÍF í høllini í Kollafirði fyrr í dag

(Samrøður við Dánjal Ragnarsson og Rúna Joensen)