KÍF noyðist at skelka H71 aftur í kvøld

KÍF hevur ryggin ímóti múrinum í steypadystinum ímóti H71 í kvøld.

KÍF skulu royna at skelka Paula Mittún og H71 enn einafarð í kvøld

KÍF skulu royna at skelka Paula Mittún og H71 enn einafarð í kvøld

Faxe Kondi-kappingin, MENN:

Klokkan 20.00: H71 – KÍF (FM1 sigur frá)

Ein avgerandi dystur í Faxe Kondi-kappingini verður spældur í Hoyvíkshøllini í kvøld.

Oddaliðið í bólki 1, H71, tekur ímóti KÍF, sum eftir ósigurin í Vestmanna sunnudagin, skal vinna fyri at varðveita vónina fyri víðari luttøku í steypakappingini.

Sí eisini:

Mladen í stórformi í stórsigri hjá VÍF á KÍF (FM1)

H71 hevði tað lætt í sínum fyrsta steypadysti, tá ið mótstøðuliðið var eykaliðið hjá H71. Tann dysturin endaði 35-21 til fyrsta liðið.

H71 hevur sum so ikki hevur fingið mótstøðu síðani seinasta dystin fyri jól, tann 21. desember, tá ið tað gjørdist til 23-22 sigur á Neistanum. Men tað er einki at ivast í, at H71 er favorittur, eins og liðið hevur verið til allar dystir higartil í ár.

KÍF hevur tó, bæði hetta og undanfarna kappingarárið prógvað, at H71 kann basast, og KÍF veitti eisini H71 annan av teimum tveimum ósigrunum í Okkaradeildini higartil í ár.

Tá skrivaði in.fo soleiðis:

Joakim, Jaspur og KÍF bastu aftur H71

Tá ið liðini hittust aftur í Hoyvík gekk tað kortini ikki hjá kollfirðingum ímóti sterkari verju

Tá skrivaði in.fo soleiðis:

H71 økir - KÍF í kreppu

Og FM1 segði soleiðis:

Nicklas harmast álopsspælið - Ári fegnast um verjuspælið (FM1)

Støðan í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum (hsf.fo):

(Liðini hittast eina ferð. Tvey tey fremstu á stigalvuni í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar)

Bólkur 1

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

1

35

21

14

2

2

VÍF

1

36

27

9

2

3

KÍF

1

27

36

-9

0

4

H71 2

1

21

35

-14

0

Bólkur 2


Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

StÍF

1

31

22

9

2

2

Kyndil

1

22

20

2

2

3

Neistin

1

20

22

-2

0

4

Team Klaksvík

1

22

31

-9

0


KÍF skulu royna at skelka Paula Mittún og H71 enn einafarð í kvøld