Tað sá gott út hjá KÍF í fyrra hálvleiki í dystinum móti StÍF á Skála í kvøld. Í steðginum var KÍF á odda 17-14, og tá vóru kollfirðingar á veg í FM-hálvfinalurnar í Burn Mansdeildini.
Men StÍF vildi tað øðrvísi. Endin var, at StÍF vann 32-28, og vunnu strandingar sostatt seinna hálvleik 18-11.
Úrslitið merkir, at KÍF hevur enn ikki tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum.
Vinnur Team Klaksvík á VÍF í Vestmanna komandi mikukvøld vera klaksvíkingar bert tvey stig aftanfyri KÍF.
StÍF-KÍF 32-28 (14-17)
Toppskjúttar StÍF: Pætur Johansen 9, Bjarni í Selvindi 7 og Sveinur Justinussen 6.
Toppskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Hørður F. Sigphórsson 4 og Rani A. Højgaard 4.
Í seinasta leikumfarinum í Betri Mansdeildini sunnudagin 28. mars hevur Team Klaksvík Neistan á heimavølli í Badmintonhøllini í Klaksvík. Sama dag spælir KÍF móti VÍF í Vestmanna.
Team Klaksvík er betri innanhýsis enn KÍF, og enda bæði liðini á 18 stigum vinnur Team Klaksvík seg víðari í FM-hálvfinalurnar.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 16 | 494 | 412 | 82 | 26 |
H71 | 16 | 443 | 392 | 51 | 23 |
NEISTIN | 16 | 474 | 437 | 37 | 19 |
KÍF | 17 | 453 | 443 | 10 | 18 |
TEAM KLAKSVÍK | 16 | 448 | 470 | -22 | 14 |
KYNDIL | 17 | 382 | 451 | -69 | 8 |
STÍF | 18 | 437 | 526 | -89 | 8 |