KÍF-StÍF 23-24: Hoyr spennandi dystarendan og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr StÍF-málverjan, Andri Hansen og roynda KÍF-aran, Teitur Joensen seta orð á javna og spennandi dystin í Kollafirði

Teitur Joensen og liðfelagarnir í KÍF taptu 23-24 móti StÍF í Kollafirði í kvøld (Savnsmynd)

Teitur Joensen og liðfelagarnir í KÍF taptu 23-24 móti StÍF í Kollafirði í kvøld (Savnsmynd)

##med2##

StÍF hevur lagt seg á odda í Okkaradeildini við einum teprum, men týdningarmiklum 24-23 sigri á KÍF í høllini í Kollafirði. Í steðginum var KÍF á odda 12-11. 

Liðini skiftust í heilum um at hava eina eittmálsleiðslu. KÍF hevði bóltin seinastu løtuna av dystinum, men StÍF reið stormin av, og kundi taka tvey stig við sær til vestara armin av Skálafjørðinum.

KÍF-StÍF 23-24 (12-11)

KÍF: Nicklas Selvig 10, Andrias Nielsen 2, Atli Hammer 2, Rani Højgaard 2, Teitur Joensen 2, Jákup Trygvason 2, Jón Suni Kjærbæk 2 og Ási Dam 1.

StÍF: Pætur Johansen 8, Pætur Barclay 5, Sveinur Justinussen 5, Jóannes Prestá 3, Djóni Petersen 2 og Bjarni í Selvindi 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av dystinum. Fríði Weyhe, ið er heima í heystfríi var viðmerkjari. Sjúrður og Fríði tóku eisini samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein fegnan málverja hjá StÍF, Andri Hansen, ið stóð framúr væl í StÍF-málinum. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teit Joensen hjá KÍF, ið slær fast, at tá KÍF hevur fingið fleiri mans aftur aftaná skaðafráveru, so verða teir ikki at spæla við. 

 

 

 

Teitur Joensen og liðfelagarnir í KÍF taptu 23-24 móti StÍF í Kollafirði í kvøld (Savnsmynd)

(KÍF-StÍF 23-24: Dystarendin, og samrøður við Andri Hansen og Teitur Joensen)