KÍF vann seg upp á triðja plássið

Kollfirðingar vunnu prestisjutungu grannauppgerðina í Vestmanna, og Team Klaksvík vann flottan sigur á Neistanum

Fríði Weyhe og liðfelagarnir í KÍF vunnu ein kærkomnan 33-30 sigur á VÍF í Vestmanna í dag

Fríði Weyhe og liðfelagarnir í KÍF vunnu ein kærkomnan 33-30 sigur á VÍF í Vestmanna í dag

Seinastu dystirnir í grundspælinum í Burn Mansdeildini vóru leiktir í dag.

KÍF vann prestisjutungu grannauppgerðina móti VÍF í Vestmanna. KÍF vann 33-30. Í steðginum var KÍF á odda 16-15.

Team Klaksvík endaði grundspælið væl við at vinna á heimavølli í Badmintonhøllini í Klaksvík 36-31 á Neistanum. Í steðginum var Neistin annars á odda 16-15.

Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein greiðan 27-21 sigur á Kyndli. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 14-9.

Úrslitini merkja, at KÍF spleysaði Neistan av í stríðnum um triðja plássið í grundspælinum.

Í morgin fer HSF at kunngera nær tær fyrstu hálvfinalurnar vera leiktar.

NÝTT: Tað frættist úr Vestmanna, at VÍF og Neistin spæla fyrstu hálvfinaluna í Vestmanna mikukvøldið 31. mars:

VÍF-KÍF 30-33 (15-16)

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Hallur Atlason 6 og Martin Nielsen 5

Toppskjúttar KÍF: Nikolay Bliznov 5 og Nicklas Selvig 5

Team Klaksvík-Neistin 36-31 (15-16)

Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 9, Jens Pauli Mohr 8 og Vuk Stevanovic 6

Toppskjúttar Neistin: Julian J. Kragesteen 7, Pauli Høj 6 og Karl Martin Olsen 6.

H71-Kyndil 27-21 (14-9)

Toppskjúttar H71: Djóni G. Joensen 5 og Rùni V. Højgaard 4

Toppskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 9 og Tróndur Wardum 5 

Endaliga støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF 185584797927
 H71184974395827
 KÍF184864731320
 NEISTIN185315003119
 TEAM KLAKSVÍK18518535-1717
 KYNDIL18403478-758
 STÍF18437526-898

 

 

 

 

Fríði Weyhe og liðfelagarnir í KÍF vunnu ein kærkomnan 33-30 sigur á VÍF í Vestmanna í dag