Kjartan: Eg sveik mínar viðspælarar (FM1)

(FM1) Hoyr strandingarnar báðar, Allan Norðberg og Kjartan Johansen seta orð á 21-24 tapið móti Montenegro

Kjartan Johansen fekk triðja útvísingina longu tá 20 minuttir vóru spældir av EM-undankappingardystinum móti Montenegro (Savnsmynd)

Kjartan Johansen fekk triðja útvísingina longu tá 20 minuttir vóru spældir av EM-undankappingardystinum móti Montenegro (Savnsmynd)

##med2##

Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 fekk orðið á báðar strandingarnar á føroyska hondbóltslandsliðsnum aftaná 21-24 (9-11) tapið móti Montenegro í EM-undankappingardystinum í Farum, Kjartan Johansen og Allan Norðberg.

Allan Norðberg sum skoraði eitt mál í kvøld staðfestir, at føroyska liðið møtti einum montenegrianskum málverja í heimsflokki, Nebojsa Simic, ið gjørdist munurin millum liðini.

Kjartan Johansen, ið longu fekk triðju útvísingina, og harvið reyða kortið aftaná bert 20 minuttirs spæl er sera vónbrotin, og sjálvur heldur hann, at hann sveik liðfelagarnar við at fáa triðju útvísingina so tíðliga í dystinum.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við báðar strandingarnar, ið spæla á føroyska mandslandsliðnum í hondbólti. 

##med3##

Kjartan Johansen fekk triðja útvísingina longu tá 20 minuttir vóru spældir av EM-undankappingardystinum móti Montenegro (Savnsmynd)

(Samrøður við Allan Norðberg og Kjartan Johansen)