Kjartan fekk álit í Stavanger og rindar felagnum aftur (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við toppskjúttan í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Kjartan Johansen

Kjartan Johansen hevur skotið mál uppá samlibond hetta kappingarárið

Kjartan Johansen hevur skotið mál uppá samlibond hetta kappingarárið

##med2##

Landsliðsspælarin, Kjartan Johansen er í holt við sítt triðja kappingarár í norskum hondbólti. Aftaná eitt ár við Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini spælir Kjartan nú á øðrum ári við Viking Stavanger, ið er oddalið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

Viking Stavanger er oddalið við fullum stigatali, 14 stig fyri sjey dystir. Hjá Kjartani gongur eisini framúr væl, og er hann toppskjútti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Kjartan hevur skotið næstan 10 mál í miðal pr. dyst.

Í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal, hondbóltsreportara hjá FM1 sigur Kjartan, at Viking Stavanger og venjaratoymið hava víst honum álit, og er hann fegin um at kunna rinda aftur til felagið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Kjartan Johansen á FM1 seinnapartin. 

 

 

Kjartan Johansen hevur skotið mál uppá samlibond hetta kappingarárið

(Samrøða við Kjartan Johansen)