Kjartan og Helgi fluttir upp

Eftir at kappingarneytarnir úr Sandefjord taptu í dag, hava Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og Viking Stavanger tryggjað sær uppflyting til fremstu norsku hondbóltsdeildina. Leikararnir kundu fegnast á sofuni heldur enn á vøllinum.

 

Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen hava í ár verið lyklaleikarar hjá Viking Stavanger. Næsta kappingarár verður ímóti stjørnunum í fremstu norsku deildini

Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen hava í ár verið lyklaleikarar hjá Viking Stavanger. Næsta kappingarár verður ímóti stjørnunum í fremstu norsku deildini

Komandi kappingarár vera tveir føroyingar at síggja í fremstu norsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

Sigurin hjá Viking Stavanger í gjár gjørdist enn søtari, tá ið kappingarneytarnir, Sandefjord, fyri løtu síðani taptu 24-30 ímóti Nøtterøy.

Úrslitið merkir at Helgi H. Hoydal, Kjartan Johansen og Viking Stavanger hava tryggjað sær uppflyting í fremstu norsku deildina, Rema 1000-liguna.

Sí eisini:

Kjartan og Helgi vunnu avgerandi dyst í síðstu løtu

Við úrslitinum í dag, eru fýra stig niður til Sandefjord á triðja plássi. Fýra stig eru eftir at spæla um, og Viking Stavanger er betri innanhýsis enn Sandefjord.

Teir báðir føroyingarnir hava átt stóran lut í uppflytingini til fremstu norsku deildina.

Kjartan Johansen er toppskjútti hjá liðnum - og í allari deildini, við 151 málum í 20 dystum.

Helgi Hildarson Hoydal er liðskipari og nummar tvey á toppskjúttalistanum hjá Viking Stavanger við 75 málum í 19 dystum.

Tveir dystir eru eftir at spæla, og spurningurin er nú bert um føroyingafelagið endar nummar eitt ella tvey.

Viking Stavanger spælir ímóti oddaliðnum, Fjellhammer, mikudagin.

##med2##

 

 

 

Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen hava í ár verið lyklaleikarar hjá Viking Stavanger. Næsta kappingarár verður ímóti stjørnunum í fremstu norsku deildini

Kjartan Johansen og liðfelagarnir fegnaðust á sofuni heldur enn á vøllinum, tá ið uppflytingin verður veruleiki - Helgi Hildarson Hoydal tekur upp.