Kjartan og Helgi framvegis ósigraðir aftaná sjey dystir

Stavanger vann á útivølli, har talan gjørdist um seks føroysk mál

Tað gongur væl hjá Kjartani Johansen, Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini (Mynd: Rogalands Avis)

Tað gongur væl hjá Kjartani Johansen, Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini (Mynd: Rogalands Avis)

Tað gongur væl hjá Kjartani Johansen, Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

Aftaná 29-24 sigurin á útivølli móti Charlottenlund í dag hevur Stavanger framvegis fullan pott, 14 stig fyri sjey leiktar dystir.

Kjartan og Helgi skutu báðir trý mál í part í sigrinum ímóti Charlottenlund. Í steðginum var Stavanger á odda 16-10.

Komandi sunnudag spælir Stavanger lokaluppgerð móti Sandnes á útivølli. Dystirnir móti Sandnes eru altíð nakað heilt serligt, so sjálvt um Sandnes liggur sum nummar sjey í deildini, so verður talan um eina harða grannauppgerð. 

Støðan í næstbestu norsku hondbóltsdeildini: 

 

NrLiðDVJTMálSLS
1Viking Stavanger7700201 - 17314
2Nøtterøy 7511223 - 19011
3Fjellhammer7511190 - 16311
4Falk Horten7412177 - 1779
5Kristiansand7403181 - 1808
6Viking TIF7304207 - 2176
7Sandnes7304202 - 1946
8Sandefjord 7223184 - 1946
9Lillestrøm TH7214191 - 2015
10Charlottenlund7205190 - 1924
11LFH097106197 - 2172
12Bodø HK7106179 - 2242

 

 

 

Tað gongur væl hjá Kjartani Johansen, Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini (Mynd: Rogalands Avis)