Kjartan og Helgi kunnu fegnast um "Sofa-uppflyting"

Rogalands Avis hevur fingið fatur í góðari mynd av føroysku landsliðsleikarunum og trimum liðfeløgum, ið kunnu fegnast um uppflytingina

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og hinir í Viking Stavanger vunnu uppflytingina til bestu deildina "á sofuni" so at siga (Mynd: Rogalands Avis)

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og hinir í Viking Stavanger vunnu uppflytingina til bestu deildina "á sofuni" so at siga (Mynd: Rogalands Avis)

Langsiktaða málið hjá Viking Stavanger, og dreymurin hjá Helga H. Hoydal og Kjartan Johansen er veruleiki: Viking Stavanger hevur vunnið sær uppflyting til bestu hondbóltsdeildina í Noregi, og eru tryggjaðir at sleppa undan nøkrum nervafullum upp- og niðurflytingardystum móti triðniðasta liðnum í bestu hondbóltsdeildini.

Eftir at kappingarneytarnir úr Sandefjord taptu í dag, hava Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og Viking Stavanger tryggjað sær uppflytingina. Leikararnir kundu fegnast á sofuni heldur enn á vøllinum.

Rogalands Avis hevur almannakunngjørt eina góða mynd av Kjartan, Helga og trimum liðfeløgum, ið feira "Sofaopprykk", ið norðmenn nevna eina "Sofauppflyting".

Í 2016 vann Leicester Premier League "á sofuni" so at siga, tá Tottenham tapti móti Chelsea, og Leicester vóru staðfestir meistarar. Tá meir enn feiraðu Jamie Vardy og hinir í Leicester tann stóra sigurin. So Helgi og Kjartan hava gjørt Jamie Vardy hendan kunstin eftir í dag. 

Góða myndin av Kjartani, Helga og trimum øðrum spælarum hjá Viking Stavanger sæst omanfyri. 

HER  sæst videobrot sum Helgi filmaði tá uppflytingin var veruleiki. 

 

 

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og hinir í Viking Stavanger vunnu uppflytingina til bestu deildina "á sofuni" so at siga (Mynd: Rogalands Avis)