Kjartan og Helgi taptu á fyrsta sinni hetta kappingarárið

Stavanger spældi oddauppgerð á útivølli móti Fjellhammer, ið endaði við tapi

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Stavanger taptu fyrstu dystin hetta kappingarárið, tá teir á útivølli taptu oddauppgerðini móti Fjellhammer (Mynd: Rogalands Avis)

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Stavanger taptu fyrstu dystin hetta kappingarárið, tá teir á útivølli taptu oddauppgerðini móti Fjellhammer (Mynd: Rogalands Avis)

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Stavanger eru framvegis oddalið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, men í dag taptu teir oddauppgerðina móti Fjellhammer á útivølli. Fjellhammer er nú bara eitt stig aftanfyri Stavanger. Bæði liðini eru tó á uppflytingarkós.

Fjellhammer vann 21-18 á Stavanger. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10, men Fjellhammer fekk tingini at koppa sín veg í dag.

Sambært heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum var Kjartan Johansen besti maður hjá Stavanger. Kjartan skoraði seks mál, fýra av teimum uppá brotskøst. Helgi H. Hoydal skoraði tvey mál í dag.

Sunnudagin 8. desember fær Stavanger høvið at reisa seg aftur á heimavølli. Tá Kemur Kristiansand á vitjan. Kristiansand liggur á fjórða plássi í deildini, seks stig aftanfyri Stavanger.

Støðan:

(soccerstand.com)
1.Stavanger10 dystir901269:24218 stig
2.Fjellhammer10811268:22817
3.Nøterøy10613303:27413
4.Kristiansand10604260:26212
5.Sandefjord TIF10523285:26212
6.Falk10514250:25111
7.Viking TIF10415294:2979
8.Charlottenlund10406273:2568
9.Lillestrøm10325274:2798
10.Sandnes10307270:2776
11.LFH09 Lillehammer10208266:3134
12.Bodø10109244:3152

 

 

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Stavanger taptu fyrstu dystin hetta kappingarárið, tá teir á útivølli taptu oddauppgerðini móti Fjellhammer (Mynd: Rogalands Avis)