Kjartan og Helgi vunnu avgerandi dyst í síðstu løtu

Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Viking Stavanger vunnu leygardagin og spæla nú oddadyst um uppflyting mikudagin.

Mynd: Rogalands Avis. Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal hava spælt seg í góða støðu aftur í uppflytingarstríðnum

Mynd: Rogalands Avis. Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal hava spælt seg í góða støðu aftur í uppflytingarstríðnum

Eftir nakrar ræðuligar vikur, har Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Viking Stavanger hava mist oddasessin, er gongdin blivin betri seinastu tveir dystirnar.

Leygardagin vann Viking Stavanger 27-25 á Lillestrøm, eftir at Lillestrøm hevði verið á odda 25-22 við færri enn fýra minuttum eftir at spæla.

Kjartan Johansen skoraði til bæði 25-25 og 26-25, og endaði dystin við sjey málum. Helgi Hildarson Hoydal skoraði eitt mál.

Viking Stavanger verður tí verðandi á uppflytingarplássunum við tveimum dystum eftir at spæla, og kappast við Fjellhammer og Sandefjord um, sum bæði hava tríggjar dystir eftir.

Mikudagin verður sera avgerandi dystur í hesum stríði. Tá spæla Fjellhammer og Viking Stavanger.

Tvey tey fremstu liðini flyta upp í fremstu norsku deildina. Triðja plássið skal spæla uppflytingardystir ímóti triðniðasta liðnum í fremstu deildini.

Støðan í norsku 1. deild:

Mynd: Rogalands Avis. Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal hava spælt seg í góða støðu aftur í uppflytingarstríðnum