Kjartan og Helgi vunnu grannauppgerð í allarseinastu løtu

Viking Stavanger hevur framvegis fult stigatal aftaná átta dystir

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir fegnast her um 26-25 sigurin á Sandnes, ið var vunnin í allarseinastu løtu (Mynd: Stavanger Aftenblad)

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir fegnast her um 26-25 sigurin á Sandnes, ið var vunnin í allarseinastu løtu (Mynd: Stavanger Aftenblad)

Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal vóru sera eyðsýndir í grannauppgerðini sum lið teirra, Viking Stavanger spældi móti Sandnes á útivølli.

Kjartan skoraði seks mál og Helgi skoraði fimm mál, og teir kundu saman við liðfeløgunum stórfegnast tá tað eydnaðist við fáum sekundum eftir at tryggja Viking Stavanger tvey stig við einum harðvunnum 26-25 sigri.

Sandnes gav Viking ein skarpan gang, og í steðginum var Sandnes á odda 14-12. Seinastu løtuna var ongantíð meir enn eitt mál á muni, men føroyingaliðið hevði ís í maganum, og megnaði at toga sigurin heim.

VIking Stavanger hevur nú 16 stig fyri átta dystir, og hevur enn fullan pott. Komandi sunnudag klokkan 16.30 spælir Viking Stavanger oddauppgerð á heimavølli móti Fjellhammer, ið hevur 13 stig fyri átta dystir.

Støðan (handball.no) :

1Viking Stavanger8800227 - 19816
2Fjellhammer8611219 - 18513
3Nøtterøy Håndball8512250 - 21811
4Falk Horten8512205 - 19411
5Kristiansand Topphåndball8503209 - 20710
6Sandefjord Håndball8323220 - 2168
7Viking TIF8314237 - 2477
8Sandnes8305227 - 2206
9Lillestrøm TH8224221 - 2316
10Charlottenlund8206207 - 2204
11LFH098107219 - 2532
12Bodø HK8107201 - 2532

Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir fegnast her um 26-25 sigurin á Sandnes, ið var vunnin í allarseinastu løtu (Mynd: Stavanger Aftenblad)