Kjartan toppskjútti við sjey málum í týðandi sigri

Viking Stavanger heldur fast við uppflytingarplássið við týðandi sigri á lokala arvafíggindanum, Sandnes

 

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Viking Stavanger stórfegnast um 24-19 sigurin á Sandnes fyrr í dag (Mynd: Stavanger Aftenblad)

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Viking Stavanger stórfegnast um 24-19 sigurin á Sandnes fyrr í dag (Mynd: Stavanger Aftenblad)

Aftaná fýra tap í fimm dystum kunnu Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Viking Stavanger aftur smílast. Umframt prestisjuna at verða best í Rogalands fylki við tveimum sigrum á lokala arvafíggindanum, Sandnes í dag, so var 24-19 heimasigurin hjá Viking meir enn týdningarmikil fyri ikki at detta av øðrum plássinum, ið gevur rætt til uppflyting til bestu norsku hondbóltsdeildina.

Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til steðgin var Viking bert á odda 13-12. Í seinna hálvleiki fekk Viking skil á verjuna hjá sær, og at enda vann heimaliðið rættiliga trygt 24-19.

Kjartan Johansen gekk undan og var toppskjútti hjá Viking við sjey málum. Trý av málunum vóru uppá brotskøst. Helgi H. Hoydal skoraði fýra mál. Kjartan og Helgi tóku nógv tøk í verjuni eisini, og teir fingu 2 x 2 minuttirs útvísingar hvør.

Oddaliðið Fjellhammer vann eisini í dag, og tað gjørdi Sandefjord á triðja plássinum eisini. Tvey tey ovastu liðini flyta upp. Triðovasta liðið spælir upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu deildini.

Komandi leygardag hevur Viking torføran útidyst móti Lillestrøm, ið stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.

Fjellhammer er á odda við 30 stigum. Viking Stavanger er nummar tvey við 28 stigum. Sandefjord er nummar trý við 26 stigum. Falk er nummar fýra við 22 stigum. 

Bert trý umfør eru eftir, so Viking Stavanger skal í ringasta føri spæla upp- og niðurflytingardystir um teir ikki megna at halda seg frammanfyri Sandefjord. 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Viking Stavanger stórfegnast um 24-19 sigurin á Sandnes fyrr í dag (Mynd: Stavanger Aftenblad)