Klæmint A. Olsen: Eisini gott at gera nøkur assist (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann 2-0 á HB, og hoyr liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen og hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe seta orð á sigurin

Í dag vóru Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í NSÍ omaná

Í dag vóru Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í NSÍ omaná

##med2##

NSÍ hevur givið sær sjálvum eitt gott útgangsstøði til tvey tey seinastu leikumførini í strembanini at vinna sær pláss í Europa League kappingini komandi kappingarár.

NSÍ vann góðan 2-0 sigur á steypavinnarunum, HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

Petur Knudsen legði beinanvegin NSÍ framum aftaná frálíkt upplegg frá Klæminti A. Olsen, og Pól Jóhannus Justinussen økti undan steðginum um munin, tá ið hann sneiddi framvið HB málverjanum og trillaði bóltin í tóma HB málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá báðum málunum hjá NSÍ. Heðin Askham var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ, ið sigur seg trívast væl við at leggja upp til mál ístaðinfyri at skora tey sjálvur. Hjá Klæminti og liðfeløgunum kemur sigurin sera væl við aftaná vónbrotini á heimavølli móti B36, KÍ og Víkingi.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein vónbrotnan hjálparvenjara hjá HB, Rasmus Nolsøe, ið slær fast, at eitt lið hevur altíð nakað at spæla fyri sjálvt um stigatalvan kanska ikki leggur upp til tað. 

 

 

Í dag vóru Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í NSÍ omaná

(HB-NSÍ 0-2. Hoyr málini og samrøður við Klæmint A. Olsen og Rasmus Nolsøe)