Klæmint er flúgvandi

Toppskjúttin yvir øllum hevur skorað bæði málini í fyrra hálvleiki ímóti Andorra

Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð undan seinna hálvleiki á Tórsvølli, har Føroyar í góðum heystarveðri hava vitjan av Andorra.

Støðan er 2-0, og tað er eingin ivi um, at Håkan Ericson í steðginum fer at leggja stóran dent á at fáa sínar menn at halda seg í skinninum. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tað hava verið sera nógvar ónollur í fyrra hálvleiki, og bæði Brandur H. Olsen og Hallur Hansson høvdu sæð gula kortið, tá ið tíggju minuttir vóru farnir.

Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki sá Meinhard E. Olsen gula kortið.

At liðformaðurin Hallur Hansson hevur sæð gula kortið ber við sær, at hann verður leikbannaður í næsta dysti, og tað hevur verið týðuligt, at mótstøðumenninir í kvøld ætla, at Hallur skal ikki vera á liðnum allar 90 minuttirnar í kvøld.

Í báðum førum, tá ið Føroyar hava skorað, hevur tað verið eftir uppspæl og innlegg úr vinstru.

Í báðum førum var tað Klæmint A. Olsen, sum skoraði. Í fyrra førinum var hann fyrstur á við nærra stólpa eftir innlegg frá Meinhardi E. Olsen, og í seinna førinum stýrdi hann frágera væl bóltin í handaru síðu av málinum, eftir at Hallur Hansson legði innfyri.

Hallur Hansson hevur av álvara verið í andglettinum. Hann hevur sæð gula kortið, hann hevur lagt upp til mál, og so hevði hann gyltan møguleika at økja um leiðsluna til 3-0, men málverjin bjargaði brotssparkinum.

Klæmint A. Olsen hevur skorað bæði málini, og tað var hann, sum tiltuskaði føroyingum brotssparkið.

 

Føroyar: Teitur Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson,  Jóannes Bjartalíð – Meinhard Olsen, Klæmint Olsen.