Klæmint er málkongurin

NSÍ toppskjúttin og liðformaðurin skoraði tvey mál í 4-1 sigrinum ímóti Skála, og nú hevur hann skorað 200 mál í landskappingini

Fleiri nýggj kapitul eru síðstu dagarnar skrivað í føroysku fótbóltssøguni. KÍ vann 6-1 ímóti Dinamo Tbilisi og spældi seg stórt stig nærri bólkaspælinum í Europa League, og í gjár var Jóan Símun Edmundsson tann fyrsti føroyingurin í týsku bundesliguni, og hann skoraði í fyrsta dystinum.

Og í dag hevur Klæmint Andrasson Olsen so skrivað seg inn í søgubøkurnar. Hann hevur síðsta tíggjuára skeiðið verið besti málskjútti í føroysku landskappingini.

Fyri fimm árum síðani skoraði hann mál nummar 100, og tað var merkisvert. Síðani hevur hann so við og við sett allar hinar málkongarnar av, og síðani summarsteðgin hevur hann av álvara fingið gongd aftur á málmaskinuna.

Tí var spurningurin bara, nær talan fór at verða um mál nummar 200.

Í dag hevði NSÍ vitjan av Skála, og NSÍ vann kommunuuppgerðina 4-1. Petur Knudsen skoraði málini í fyrra hálvleiki, sum NSÍ vann 2-0. Petur Knudsen legði upp til 3-0 málið, sum Klæmint A. Olsen skoraði, og so var tað dygst undan leikloki, at Klæmint A. Olsen aftur var upp á spæl. Innskifti Steffan A. Løkin lyfti bóltin inn úr høgru, og mitt fyri málinum stýrdi Klæmint A. Olsen bóltin í málið.

Hóast hann er lítillátin og ongantíð ger nakran háva burtur úr sær, so togaði hann troyggjuna upp og vísti aðra troyggju, og har stóð mál nummar 200.

Niels Pauli Danielsen minkaði um munin til 3-1, eftir at Teitur R. Joensen legði flatt innfyri úr høgru.

Men talan var ongantíð um spenning. Heimaliðið var greitt omaná.

Hetta var fimti sigur hjá NSÍ á rað, og Klæmint – málkongurin yvir øllum øðrum – og liðfelagarnir skulu ikki avskrivast í kappingini um europeiskt pláss.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

NSÍ - Skála 4-1 (2-0)

1-0: Petur Knudsen

2-0: Petur Knudsen

3-0: Klæmint A. Olsen

3-1. Niels Pauli Danielsen

4-1: Klæmint A. Olsen

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jann J. Benjaminsen, Aron Knudsen (Jann Martin Mortensen, 64.), Betuel Hansen, Jesper F. Christjansen (Búi Egilsson, 81.), Pætur Turiðarson Skipanes – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Steffan A. Løkin, 64.)

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 68.), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Karl Martin Johansen – Poul Kallsberg, Niels Pauli Danielsen – Aksel B. Danielsen (Jóhan Bergsson Johansen, 58.), Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Heðin Klakstein, 34.) – Erland Berg Danielsen