Klæmint er til reiðar at fara á føðideildina

Landsliðið: Konan var sett at eiga í gjár, og áleyparin er til reiðar at drøna út á føðideildina

##med2##

Tá føroyska landsliðið í annaðkvøld spælir móti Andorra er tað eini møgleiki, at tað verður uttan Klæmint A. Olsen. Konan var sett at eiga í gjár og áleyparin tekur ongar kjansir, sum hann gjørdi fyrstu ferð, tá Annika bleiv fødd.

- Tá vit fingu fyrsta barnið fór eg til Finnlands, tí Jóan Símun Edmundsson fekk leikbann. Tað var kanska fyrstu ferð eg hevði ordiliga møguleikan at byrja inni. Eg náddi heim áðrenn konan átti, men hatta geri eg ikki aftur, sigur Klæmint A. Olsen.

Klæmint A. Olsen var ikki við, tá Føroyar í farnu viku spældu venjingarlandsdyst móti Danmark í Herning. Hesa ferð vildi rituvíkingurin ikki taka kjansin.

-  Tá eg var í Finnlandi kláraði eg ikki at hugsavna meg um at spæla fótbólt. Tí gjørdi eg landsliðsvenjaranum greitt, at eg ikki kundi koma við til Danmarkar. Tað er ikki langt á føðideildina frá Tórsvølli, so er nakað á veg fari eg avstað, sigur Klæmint A. Olsen.

Spurningurin er so hvat hendir, um tað konan skal eiga, meðan dysturin er í gongd. Klæmint A. Olsen skoraði seinast Føroyar spældu móti Andorra. Tað var fyrr í ár, tá Føroyar vunnu 1-0 í Andorra.

 ##med3##

Føroyar spæla aftur móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.

##ms##

FM1: Samrøða við Klæmint A. Olsen

Mynd: (Eyð Leitisstein/Facebook) Annika og Klæmint A. Olsen, eftir at hann skoraði sítt mál nummar 200 í landskappingini