Klæmint: Gott hetta er yvirstaðið - tað verður ein løta til nr. 300 (FM1)

(FM1) Hoyr mannin, ið hevur skotið 200 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini seta orð á metið og 4-1 sigurin á Skála

Mynd: Tróndur Arge

Mynd: Tróndur Arge

##med2##

Klæmint A. Olsen skrivaði føroyska fótbóltssøgu í dag. Hetta gjørdi Klæmint A. Olsen tá hann skoraði til 4-1 til NSÍ móti Skála við Løkin í Runavík tá 92 minuttir vóru farnir av dystinum. 4-1 gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Beint aftaná søguliga málið var dysturin bríkslaður av.

- Gott hetta er yvirstaðið, sigur Klæmint A. Olsen eitt sindur speiskur.

Tað verður ein løta til nummar 300, so nú verður friður, sigur søguligi málskjúttin hjá NSÍ, ið ikki vil gera nakran háva burturúr sær sjálvum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná 4-1 sigurin hjá NSÍ á Skála. Fremst á ljóðbrotinum endurhoyra vit mál nummar 200 hjá Klæminti í bestu fótbóltsdeildini. 

Í samrøðuni tóku Tróndur Arge og Klæmint A. Olsen eisini samanum sjálvan dystin móti Skála.

Mynd: Tróndur Arge

(Mál nummar 200 og samrøða við mannin við teimum 200 málunum: Klæmint A. Olsen)