##med2##
NSÍ mátti í arbeiðshandskarnar og stríðast fyri sigrinum á AB úti í Vika á Argjum. Hetta viðgongur liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, ið vil rósa argjamonnum fyri eitt gott avrik í dystinum: - Hatta var ein ótrúliga strævin dystur, viðgongur Klæmint.
NSÍ kom á odda bæði 1-0 og 2-1, men báðu ferðirnar svaraði AB aftur, men tá NSÍ skoraði triðju ferð megnaði AB ikki at koma aftur.
AB – NSÍ (1-1)
0-1: Aron Kundsen 8.
1-1: Bjarki C. Nielsen 17.
1-2: Petur Knudsen 77.
2-2: Bjarki C. Nielsen 86.
2-3: Klæmint A. Olsen 88.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum, ið komu úti í Vika á Argjum í dystinum millum AB og NSÍ.
2) Hoyr viðmerkjaran, Heðin Askham taka samanum málini og taka samanum dystin, ið Heðin heldur vera eitt gott avrik hjá AB, har argjamenn eiga at iðra seg, at teir standa eftir við ongum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Klæmint A. Olsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen.