Klæmint Olsen heldur nøgdari enn Pætur Petersen (FM1)

(FM1) Javnleikurin NSÍ-HB 1-1 gagnaði mest KÍ og B36, men NSÍ kann frægari liva við honum í mun til dystargongdina

Øssur M. Dalbúð var ikki meir enn komin á vøllin, so javnaði hann fyri NSÍ til 1-1

Øssur M. Dalbúð var ikki meir enn komin á vøllin, so javnaði hann fyri NSÍ til 1-1

##med2##

Tað gagnaði KÍ og B36 í oddinum í Betrideildini, at dysturin millum NSÍ og HB endaði við javnleiki 1-1. 

Tað endaði eisini 1-1 tá liðini møttust í 2. umfari í Betrideildini 17. mars.

HB legði seg framum tíggju minuttir undan steðginum. Málskjútti var Pætur Petersen, sum gjørdi sær dælt av, at NSÍ málverjin, Tórður Thomsen, tøvdi við at fara út úr brotsteiginum. Tað eydnaðist tað Øssuri Dalbúð at javna til 1-1 eftir horna, og var tað fyrstu ferð hann nam við bóltin. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málunum og dystarendanum. Heðin Askham var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann helt, at HB blakaði sigurin burtur. Men Heðin gevur NSÍ tann kreditt, at teir stríddust allan dystin á tamb.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum greiddi frá, at javnleikur var ikki málið áðrenn dystin, men sigur. Tá dysturgongdin bleiv sum hon bleiv helt Klæmint tó, at javnleikur var eitt liviligt úrslit fyri NSÍ.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan hjá HB, Pætur Petersen sum heldur, at HB hevur als ikki hepnið við sær í hesum døgum, og hann er alt annað enn nøgdur við javnleik móti NSÍ. 

Støðan:

Nr.
1.16 dystir122238:1138 stig
2.B36 17 dystir122328:1438 stig
3.NSÍ16113240:1636
4.HB18105342:1835
5.Víkingur18112538:2435
6.Skála18801020:2124
7.TB 18531015:3318
8.AB 18321319:4711
9.EB/Streymur18231317:439
10.ÍF17121412:425

 

 

Øssur M. Dalbúð var ikki meir enn komin á vøllin, so javnaði hann fyri NSÍ til 1-1

(NSÍ-HB 1-1: Málini og samrøður)