Klæmint: Vit hava nógv at bøta um (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen og viðmerkjaran, Teitur Joensen taka samanum 5-2 sigurin hjá HB á NSÍ á Tórsvølli

Søguligi toppskjúttin, Klæmint A. Olsen skoraði seinna málið hjá NSÍ í 2-5 tapinum fyri HB á Tórsvølli

Søguligi toppskjúttin, Klæmint A. Olsen skoraði seinna málið hjá NSÍ í 2-5 tapinum fyri HB á Tórsvølli

##med2##

Silvurvinnararnir frá kappingini í fjør spældu væl í fyrra hálvleiki móti greipuvinnarunum, HB á Tórsvølli, og teir komu eisini til nógvar málmøguleikar, men teir tóku ikki av møguleikunum. Í seinna hálvleik var NSÍ við undirlutan, og talan gjørdist um greitt 2-5 tap.

HB – NSÍ 5-2 (2-1)

1-0: Hilmar Leon Jakobsen (7.)

2-0: Bartal Wardum (22.)

2-1: Petur Knudsen (32.)

3-1: Adrian Justinussen (56.)

4-1: Dan í Soylu (63.)

4-2: Klæmint A. Olsen (76.)

5-2: Dan í Soylu (90. +)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan og seinna málskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum staðfesti: - Vit hava nógv at bøta um, men vit hava eisini okkurt at taka við okkum til næsta dyst. 

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum ein uppibornan sigur til HB. Teitur hevur enn KÍ sum fyrsta favoritt til FM-gullið, men hann slær fast, at tað saktans kann blíva HB við teimum offensivu dygdunum liðið hevur. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum sjey málunum sum komu í dystinum á Tórsvølli. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við tvímálsskjúttan hjá HB, Dan í Soylu. 

Søguligi toppskjúttin, Klæmint A. Olsen skoraði seinna málið hjá NSÍ í 2-5 tapinum fyri HB á Tórsvølli

(Samrøða: Klæmint A. Olsen. Samanumtøka: Teitur Joensen)