Klaksvíkingar bjóða av á Skála

Ein dystur verður í Okkaradeildini í kvøld

Sveinur Justinussen og StÍF skulu vaska ósigurin ímóti Neistanum av sær í kvøld

Sveinur Justinussen og StÍF skulu vaska ósigurin ímóti Neistanum av sær í kvøld

Okkaradeildin: StÍF - Team Klaksvík, Ítrottarhøllin á Skála klokkan 20.00

Team Klaksvík leitar framvegis eftir sínum kappingarársins fyrstu stigum, tá ið klaksvíkingar bjóða StÍF av á Skála í kvøld.

Tað munnu vera tey fæstu, sum vænta at stigini skulu koma á Skála í kvøld, men út frá úrslitunum seinastu vikurnar, eru klaksvíkingar í ávísari framgongd. Seinastu tveir dystirnar hevur Team Klaksvík tapt við ávikavist tveimum og fimm málum, og tað er ein bati.

Fyri einum mánaða síðani skoraðu klaksvíkingar 21 mál og fingu 34 ímóti sær í miðal.

Nú áðrenn dystin í kvøld eru miðaltølini hjá Team Klaksvík at teir skjóta 22,4 mál í miðal og fáa 33 ímóti sær.

Men tað er framvegis langt upp til miðaltølini hjá StÍF

StÍF skorar 28 mál og fær 28,3 mál ímóti sær í miðal - Tað er bara Team Klaksvík, sum fær fleiri mál ímóti sær í miðal.

Ein av heiðurligari ósigrunum hjá Team Klaksvík kom eisini ímóti júst StÍF í fyrsta umfari, tá ið StÍF vann 27-23.

Sí eisini:

12 Kaito-mál vóru ikki nóg mikið ímóti Sveini og StÍF

StÍF møtir við einum svangum liði, ið vil vaska ósigurin ímóti Neistanum sunnudagin av sær.

Sí eisini:

Neistin rann StÍF um koll

Skjóta spælið og góðu úrslitini hjá StÍF hevur kyknað sannan hondbóltsfepur við Skálafjørð, og eydnast tað at basa klaksvíkingum, er StÍF aftur næstfremst í Okkaradeildini.

Tað skal eydnast uttan toppskjúttan, Pætur Johansen, sum framvegis er burturstaddur.

Sí eisini:

StÍF uttan toppskjúttan í ein mánað

Hetta er annar dystur av trimum í grundspælinum millum liðini bæði.

Málskjúttarnir í fyrsta dystinum vóru hesir:

Team Klaksvík – StÍF 23-27
Okkaradeildin: 18/09/2019
Málskjúttar Team Klaksvíks
Kaito Nakahodo12
Vilhelm Vilhelmsen4
Sámal á Tjaldrafløtti3
Jens Pauli Mohr2
Zezva Iobashvili1
Beinir Johannesen1
Málskjúttar StÍF
Pætur Ó. Barclay6
Ivan Mrdalo6
Jóannes Prestá5
Pætur Johansen3
Sveinur Justinussen3
Bjarni í Selvindi1
Dávid Danielsen1
Djóni J. Petersen1
Martin Danielsen1

Støðan í Okkaradeildini áðrenn dystin í kvøld (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7182411915014
2VÍF92632402312
3StÍF9253255-211
4Neistin92432222110
5KÍF9251240119
6Kyndil8208226-184
7Team Klaksvík8179264-850

 

 

Sveinur Justinussen og StÍF skulu vaska ósigurin ímóti Neistanum av sær í kvøld