Klaksvíkingar liva í vónini

EB/Streymur minkaði um munin, og so varð tað heilt spennandi síðstu løtuna í Klaksvík

Tað gekk akkurát hjá KÍ. Í góðveðrinum í kvøld var EB/Streymur gestur í Klaksvík, og gestirnir rigga nú til at fara norður aftur í Sundalagið og heystfagnaðin á Eiði.

Í viðførinum hava teir 2-1 tap. Teir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at javna í síðstu løtu, tá ið spenningur av álvara var komin í. Heilt spennandi varð tað, tá ið Arnbjørn Hansen úr heilt stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin framvið nýggja KÍ málverjanum Lukasz Jarosinski. Tá restaðu tað fýra minuttir, og EB/Streymur spenti álopsbogan í botn.

Síðsti møguleikin var, tá ið teir vunnu innkast frammarlaga í vinstru, og málverjin, U-21 landsliðsmálverjin Rói Zachariassen, fór fram í álopið, men tá veitraði hjálpardómarin fyri umkasti til KÍ.

Heimaliðið setti hol á, tá ið smáir tjúgu minuttir vóru farnir. Ísak Simonsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var á vinstra vongverja frá dystarbyrjan, legði væl innfyri, og við handara stólpa sendi vongverjin í høgru, Jóannes K. Danielsen, bóltin í bleytum boga og upp um málverjan og í handara síðunetið.

Hóast KÍ hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini og spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, so eydnaðist tað ikki at økja um leiðsluna fyrr enn tað restaðu 18 minuttir. Tí varð spenningurin varðveittur mest sum alla tíðina.

2-0 málið stúraði Heini Vatnsdal eftir horna úr høgru og sending frá innskifta Páll A. Klettskarð.

So kendist tað sum um, at heimaliðið hevði tak á støðuni, men fýra minuttir undan leikloki vórðu teir í heimaleguni kløkkaðir. Teir vunnu tó 2-1, og eru aftur á bronsuplássi – sjey stig aftanfyri HB sum í morgin fær vitjan av Víkingi.

 

https://www.in.fo/myndasavn/