Klárt til flogbóltsfinalurnar

Um vikuskiftið verða flogbóltsfinalurnar hjá bæði teimum eldru og teimum yngru

Um vikuskiftið verða flogbóltsfinalurnar hjá bæði teimum eldru og teimum yngru. Tað er stóra steypavikuskiftið hjá flogbóltinum, sum tykist at hava framgongd í løtuni.

Byrjað verður leygarmorgunin klokkan níggju, tá Dreingir 12 hjá SÍ og ÍF spæla. Aftaná verður finalan í B-bólkinum hjá Gentum 14, har Ternan og Fleyr spæla. Klokkan 13.30 verður mansfinalan millum SÍ og Mjølnir og klokkan 16 verður kvinnufinalan millum Mjølnir og SÍ.

Síðani verður spælt út á kvøldið til klokkan 19.45, tá Gentur U19 spæla seinastu finaluna á degnum. Sunnudagin verður byrjað klokkan 13, tá Gentur 12 hjá TB og Fleyr spæla, og spælt verður út á kvøldið, tá kvinnuunglingar og mansunglingar seta punktum fyri stóra steypavikuskiftið.

##med2## 

FM1, sum hevur fylgt flogbóltinum alt kappingarárið, verður á staðnum og hevur beinleiðis frásøgn frá mans- og kvinnufinalunum.