Klopp noktar at møta til umdystin í FA Cup

FA Cup: Liverpool skal umdyst móti Shrewsbury, men Jurgen Klopp verður ikki við

Meðan Manchester City og Manchester United vunnu lættar favorittsigrar í FA Cup í gjár, so misti Liverpool eina 2-0 leiðslu móti triðjudeildarliðnum Shrewsbury. Dysturin endaði 2-2 og liðini skulu nú spæla umdyst.

Hetta heldur Jurgen Klopp lítið um, tí hann hevur boðað frá at bestu spælararnir hjá felagnum fáa ein vetrarsteðg. Tað ætlar Jurgen Klopp eisini sjálvur, tí hevur hann boðað frá at ongin av bestu spælarunum verða við, og at hann sjálvur heldur ikki verður til dystin.

- Eg havi sagt við spælararnar, at teir fáa tvær vikur frí. Tú kanst ikki lova teimum tað, og so taka tað frá teimum. Tað verða teir ungu spælararnir, ið koma at spæla dystin, segði Jurgen Klopp eftir dystin í gjár.

 ##med2##

Hann leggur afturat, at fótbóltssambandið hevur arbeitt fyri at øll liðini fáa tvær vikur vetrarsteðg, so tað gevur onga meining at Liverpool so skal spæla mitt í steðginum. Boðini hava fingið misjavna móttøku, tí sumi halda at tað er at gera gjøldur við kappingini og Shrewsbury, sum nú spæla spæla móti einum ungdómsliðið heldur enn stjørnunum hjá Liverpool.

Manchester City vann 4-0 á Fulham, meðan Manchester United vann 6-0 á Tranmere Rovers.

Jurgen Klopp will NOT manage or pick a senior player for Liverpool FA Cup replay vs Shrewsbury Town